Fredag, 24 oktober 2014

FN på dit sprog

Heimsyvirlýsingin um mannarættindini

10 desembur 1948 samtykti og almannakunngjørdi aðalstjórn Sameindu Tjóða heimsyvirlýsingina um mannarættindini. Yvirlýsingin varð samtykt við ja-atkvøðum frá 48 londum. Einki land atkvøddi ímóti. 8 lond atkvøddu ikki.

udhr.jpgStutt eftir hesa søguligu hending heitti aðalstjórnin á øll limalond um at almannakunngera fulla orðaljóðið í yvirlýsingini. Harumframt skuldu tey "bera so í bandi, at hon varð umborin, framløgd og frágreidd, serliga í skúlum og øðrum útbúgvingarstovnum, uttan mun til politisku viðurskiftini í avvarðandi londum og økjum".

Heimsyvirlýsingin finst, soleiðis sum hon er almannakunngjørd, til taks á teimum seks alment góðkendu málunum hjá ST: arabiskum, enskum, fronskum, kinesiskum, russiskum og sponskum. Harumframt eru tað nógv limalond í ST, sum hava fylgt áheitanini frá aðalstjórnini og hava umsett yvirlýsingina til tjóðarmálið. Føroysku umsetingin á fylgjandi síðunum hevur Amnesty International Føroya Deild latið gera.


Heimsyvirlýsing um mannarættindi

Inngangur

Tað verður at viðurkenna, at menniskjuni er virðing íborin, og at allir limir mannaættarinnar eiga somu ómissiligu rættindi, og hetta er støðið undir frælsi, rættvísi og friði í heiminum.

Har sum mannarættindini hava verið fyri vanbýti og vanvirðing, hevur tað havt við sær ræðuligar gerðir, sum hava skakað samvitsku mannaættarinnar, og ein heimskipan, har sum fólk nýtur talu- og trúarfrælsi og frælsi frá ótta og neyð, hevur verið boðað sum menniskjunar hægsta mið og mál.

Tað varðar almikið um, at mannarættindi verða vard við lógum, um fólk ikki skal verða noytt til sum evstu ráð at taka til uppreistur móti harðræði og kúgan.

Tað varðar almikið um at elva og stimbra vinalag tjóðanna millum.

Í sáttmála sínum hava Sameindu Tjóðirnar av nýggjum váttað trúgv sína á undirstøðulig mannarættindi, á sóma menniskjans og virði, og á javnrættindi fyri kvinnur og menn, og tær hava rátt av at fremja framburð í almannamálum og bøta um lívskor manna í alt meiri frælsi.

Limaríkini hava skyldubundið seg til, í samvinnu við Sameindu Tjóðirnar, at virka fyri at fáa framt, at mannarættindini og undirstøðilig frælsisrættindi verða alment vird og hildin.

Tað at allir partar skilja hesi rættindi og frælsi er fremsta treytin fyri, at henda skylda verður framd út í æsur.

Tess vegna bjóðar

 


AÐALFUNDURIN

hesa heimsyvirlýsing um mannarættindi sum felags mið fyri øll fólk og allar tjóðir við tí endamáli, at hvør einstakur og hvør samfelagsstovnur alsamt við hesi yvirlýsing í huga skal stremba fyri við frálæru og uppaling at fremja virðing fyri hesum rættindum og frælsismálum og við framsøknum atgerðum innanlands og millumlanda at tryggja, at tey verða viðurkend og hildin allastaðni á munagóðan hátt, bæði í fólkinum í limaríkjunum og í fólkinum í teimum londum, sum eru innan løgdømi teirra.

1. grein

Øll menniskju eru fødd fræls og jøvn til virðingar og mannarættindi. Tey hava skil og samvitsku og eiga at fara hvørt um annað í bróðuranda.

2. grein

Øll hava krav um rættindi og frælsi, sum eru nevnd í hesi yvirlýsing, uttan mun til ættarslag (rasu), húðarlit, kyn, mál, átrúnað, politiska ella aðra sannføring, tjóðskaparligan ella samfelagsligan uppruna, ognarviðurskifti, føðing ella aðra støðu.

Somuleiðis skal eingin mismunur vera orsakað av politiskari, rættarligari ella millumtjóða støðu hjá tí landi, sum ein persónur hoyrir til, sama um landið er sjálvstøðugt, undir tilsjónarvaldi, ella fullveldi tess á annan hátt er skert.

3. grein

Ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og persónliga trygd.

4. grein

Eingin skal liva í trældómi ella trælkan; trældómur og trælahandil av øllum slag skulu verða bannað.

5. grein

Eingin skal verða píndur ella harðliga, ómenniskjaliga ella vanæruliga viðfarin ella revsaður.

6. grein

Øll hava rætt til, hvar tey eru stødd, at verða viðurkend sum persónar fyri lógini.

7. grein

Øll eru jøvn fyri lógini og hava rætt til somu rættarvernd uttan mismun. Øll hava sama rætt at verða vard fyri mismuni, sum er brot móti hesi samtykt, og at verða vard fyri allari áeggjan til at skapa tílíkan mismun.

8. grein

Um onkur fær viðferð, sum er tvørtur ímóti teimum grundrættindum, sum honum eru tryggjað sambært grundlóg og øðrum landslógurn, skal hann hava rætt til at fáa fullar sømdir afturfyri við dómstólar landsins.

9. grein

Eingin skal verða tilvildarliga handtikin, settur í varðhald ella gjørdur útlagin.

10. grein

Øll hava sannan javnrætt til rættvísa og almenna rættarviðgerð fyri óheftum og óvildigum dómstóli, sum skal taka avgerð um rættindi teirra og skyldur, og um øll revsimál, ið verða reist.

11. grein

1. Hvør, sum verður ákærdur fyri revsiverda gerð, eigur rætt til at verða mettur ósekur, inntil hann er dømdur sekur við almenna rættargongd, har sum hann hevur fingið fulla trygd fyri verju.

2. Eingin skal verða funnin sekur í revsimáli av nøkrum slag, uttan so at gerð ella ábyrgdarloysi, sum hann var ákærdur fyri, er at rokna sum brotsgerð sambært landslógum ella altjóða lógum, tá ið gerðin varð framd. Ei heldur skal strangari revsing verða ásett enn hon, ið var galdandi, tá ið tann revsiverda gerðin varð framd.

12. grein

Eingin eigur at vera fyri tilvildarligari uppílegging í persónlig viðurskifti, heimalív ella brævaskifti, ei heldur fyri æruskemd ella útspilling. Øll eiga rætt til lógarvernd fyri slíkari uppílegging ella ágangi.

13. grein

1. Øll hava rætt til frítt at fara og búsetast innan fyri landamark í hvørjum ríki sær.

2. Øll hava rætt til at fara av landinum, hvørjum sum er, eisini sínum egna og at fara heim aftur til sítt land.

14. grein

1. Øll hava rætt at søkja um og fáa friðskjól í øðrum londum fyri meinsóknum.

2. Slíkan rætt ber ikki til at skjóta seg undir, tá ið ákæran av røttum er fyri ópolitiskar brotsgerðir ella gerðir, sum eru ímóti endamálum og grundreglum Sameindu Tjóðanna.

15. grein

1. Ø11 hava tjóðskaparrætt.

2. Eingin skal tilvildarliga missa sín tjóðskap, og ongum skal verða sýtt fyri at skifta tjóðskap.

16. grein

1. Menn og kvinnur, sum eru komin til lógaldur, skulu uttan mun til ættarslag (rasu), tjóðskap ella átrúnað hava rætt at giftast og setast í búgv. Tey hava krav um javnrættindi at giftast, í hjúnalagnum og til hjúnaskilnað.

2. Hjúnaband kann ikki verða bundið, uttan báðir partar samtykkja í tí av frium vilja.

3. Húskið er tann natúrliga frumeindin í samfelagnum og hevur rætt til vernd av samfelag og landi.

17. grein

1. Øll hava rætt til at eiga ogn, annaðhvørt einsamøll ella í felag við onnur.

2. Eingin skal hissini vera fyri ognartøku.

18. grein

Øll hava rætt til hugsanar-, samvitsku- og trúarfrælsi. Hesin rættur fatar eisini um frælsi at skifta átrúnað ella trúgv, og frælsi til annaðhvørt einsa-

mallur ella í felag við onnur og alment ella einskilt at inna trúgv sína í frálæru, tilbiðing, gudstænastu og halgihaldi.

19. grein

Øll skulu vera fræls at hava sínar áskoðanir og bera tær fram uttan forðan, og at søkja sær og breiða út vitan og hugsanir ígjøgnum hvønn boðmiðil, sum vera skal, og óheft av landamarki.

20. grein

l. Øll hava rætt til frítt og á friðarligan hátt at koma saman og taka seg saman í felagsskapir.

2. Eingin kann verða noyddur at vera limur í felag.

21. grein

1. Øll hava rætt til at taka lut í stjórn lands síns, annaðhvørt beinleiðis ella gjøgnum frítt vald umboð.

2. Øll hava rætt til somu atgongd at embætum og almennum størvum í landi sínum.

3. Fólksins vilji skal vera støði undir stjórnarinnar valdi; hesin vilji skal verða borin fram við ávísum millumbilum og rættiligum valum við almennum og jøvnum valrætti, og skulu verða framd við loyniligari atkvøðing ella samsvarandi frælsum valháttum.

22. grein

Øll hava sum samfelagsborgarar rætt til felagsliga trygd og kunnu krevja, at tey búskaparligu, felagsligu og mentanarligu rættindi, sum eru neyðug fyri teirra virðing og fría menning av persónleikanum, verða framd við tiltøkum innanlands og í altjóða samstarvi og í samsvari við skipan og tilfeingi í hvørjum landi.

23. grein

1. Øll eiga rætt til arbeiði, til frítt at velja starv, til rættvís og hóskandi arbeiðslíkindi og til vernd fyri arbeiðsloysi.

2. Øll hava uttan mismun rætt til somu løn fyri sama arbeiði.

3. Ein og hvør, sum arbeiðir, hevur rætt til rættvísa og hóskandi samsýning, ið tryggjar honum og hansara eina mannsømiliga tilveru, og harumframt um neyðugt aðra almenna vernd.

Ein og hvør hevur rætt til at stovna og gerast limur í yrkisfelag til at verja síni áhugamál.

24. grein

Øll hava rætt til hvíld og frítíð, har uppi í rímiliga avmarking av arbeiðstíðini og frítíð við løn við ávísum millumbilum.

25. grein

1. Ein og hvør hevur rætt til lívsumstøður, ið tryggja honum og hansara heilsu og vælveru, har uppi í mat, klæði, bústað og heilsurøkt og almennar tænastur og rætt til trygd við møguligum arbeiðsloysi, sjúku, óarbeiðsføri, missi av maka, aldri ella aðrari skerjing av vinnumøguleikum orsakað av umstøðum, sum hann ikki hevur ræði á.

2. Møður og børn hava krav um serliga umsorgan og hjálp. Øll børn, annaðhvørt tey eru fødd í hjúnalagi ella uttan, njóta somu almannavernd.

26. grein

1. Øll hava rætt til útbúgving. Útbúgvingin skal vera ókeypis, í hvussu er á byrjanar- og undirstøðustigi. Undirvísing á byrjanarstigi skal vera skyldubundin. Tøknilig og yrkislig útbúgving skal standa øllum í boði, og øll skulu eftir førimuni hava somu atgongd at hægri undirvísing.

2. Undirvísingin skal miða ímóti at fullmenna persónleika einstaklingsins og at stimbra virðingina fyri mannarættindum og frælsi. Hon skal fremja fatan, tolsemi og vinalag millum tjóðir, fólkasløg og trúarbólkar, og skal fremja virki Sameindu Tjóðanna fyri at varðveita friðin.

3. Foreldur hava fyrsta rætt at velja, hvat slag av undirvísing skal verða givin børnum teirra.

27. grein

1. Øll hava rætt til frítt at taka lut í mentanarlívi í samfelagnum, at njóta list og eiga lut í framburði visinda og ágóðum teirra.

2. Øll hava rætt til vernd av andaligum og evnisligum áhugamálum í sambandi við eitt og hvørt vísindaligt, bókmentaligt ella listarligt verk, sum avvarðandi hevur greitt úr hondum.

28. grein

Øll hava rætt til samfelags- og altjóða skipan, har tey rættindi og frælsi, ið nevnd eru í hesi yvirlýsing, kunnu verða framd út í æsir.

29. grein

1. Øll hava skyldur fyri samfelagnum; í tí einans er full og fræls menning persónleikans gjørlig.

2. Samfelagsborgarar skulu viðvíkjandi rættindum og frælsi einans verða bundnir av avmarkanum, sum eru settar í lógum við tí í hyggju at tryggja viðurkenning av og virðing fyri frælsi og rættindum hjá øðrum og til tess at lúka rættvís krøv um siðalag, alment skil og vælferð almenningsins í fólkaræðissamfelag.

3. Hesi rættindi og frælsi mega í ongum føri verða int í mótstøðu við endamál og grundreglur Sameindu Tjóðanna.

30. grein

Einki í hesi yvirlýsing eigur at verða tulkað tann veg, at nøkrum ríki, bólki ella einstaklingi verður loyvt at gera nakað, ið miðar ímóti at beina fyri nøkrum av teimum mannarættindum, sum her eru tald.

 

En kort video om FN's budskaber i forbindelse med, at vi fredag den 24.oktober fejrer FN-dagen. #HappyBirthdayUN

Banner
Banner
Banner
Banner